Poul Hansen heilsøla

Catering

Vit eru fakfólk, sum selja til fakfólk og kenna tí tørvin hjá okkara viðskiftafólkum á ein heilt serliga hátt. Vit hava eina stóra og fjøltáttaða vøruskrá, ið javnan verður endurskoða og lagað eftir tørvinum í vinnuni.

Heildarveitari

Sum størsta heilsøla í landinum bjóða vit okkum fram sum heildarveitara til hotell, matstovur, kantinur, sjúkrahús, stovnar, skundverðavinnuna umframt provianteringar til skip og frálandavinnuna. Vit kunnu veita alla vøru innan kolonial, non food, frystivørur og kølivørur. 

Við áleið 12.000 vørum í vøruskránni nøkta vit tørvin hjá sjálvt tí kræsnasta viðskiftafólkinum.

Catering - Vistaveiting

KOLONIAL FOOD

Mjøl- og sukurúrdráttir
Suppur og bótarsoð
Súltutoy, saft, djús
Bakaravørur
Konserves

Nonfood Catering

KOLONIAL NON FOOD

Vask og reingerð
Serviettar
Pappír og pakkitilfar (emballaga)
Persónlig røkt
Eingangs borðbúnaður

KØLIVØRUR

Feskt kjøt og viðskeri, fiskavørur, egg og mjólkarúrdráttir, smør, margarin og olja, grønmeti, frukt og epli
Frystivørur catering dømi

FRYSTIVØRUR/ Dømi

Kjøt
Fiskur og skeljadór
Bake off vørur
Grønmeti og frukt
Lidnir rættir
Fast food

Vørubílegging

Vøra verður bíløgd frá okkara cateringsølufólki. Til ber eisini at senda bílegging á nethandlinum, við telefon ella telduposti.
Set teg í samband við okkara cateringdeild, og í felag seta vit saman rætta úrvalið.

Hitt okkara fólk

Jóan Petur á Stongunum

Søluleiðari / Catering / Sales manager

360 160 / 23 53 44

jp@ph.fo

Høgni Sloan Justesen

Sølufólk - catering

360 157 / 23 53 14

hjustesen@ph.fo

Tony Rasmussen

Innkeypari og sølufólk - frukt og grønt

360 138 / 23 53 17

trasmussen@ph.fo