Ein fyritøka við royndum

Við royndum í stívliga 80 ár, hevur Poul Hansen heilsølan bygt upp eitt fjølbroytt og gott úrval av merkjavørum, og hevur stívliga 5.000 vørur í vøruskránni.

Síðani Poul Hansen fór undir virksemið heima hjá sær sjálvum í 1927, hevur fyritøkan verið ein familjufyritøka. Nú situr triðja ættarlið við róðrið. Tað, sum byrjaði við einum umboði fyri eingilskt tubbak og nakrar fáar kolonialvørur, legði lunnar undir fyritøku, sum framvegis er í vøkstri.

P/F Poul Hansen leggur dent á at hava eitt stórt og fjølbroytt vøruúrval, álítandi vøruútflyggjan og dugnalig starvsfólk. Harumframt verður nógv gjørt við at hava eyguni eftir øllum vørum, so góðskueftirlitið altíð er tryggjað.

Føroyski gerandisdagurin hevur altíð verið ryggurin í virkseminum hjá fyritøkuni, og vørur eru tøkar sjálvt í ytstu útjaðarum landsins. Við viðskiftafólkum um alt landið er fyritøkan ein góður samstarvsfelagi, tá ið ræður um at fylgja við marknaðarbroytingum.

Virkið hevur tí eisini broytt bygnað hesi seinastu árini, og er nú vorðið meira at kalla ein handils-fyritøka í breiðari merking, heldur enn ein heilsøla burturav. Tó so er heilsølan framvegis kjarnuøkið í samtakinum, sum fyri fáum árum síðani víðkaði virksemið til eisini at umfata matvøruhandlar. Í dag fevnir samtakið sostatt eisini um Samkeyp og Á handilsketurnar, umframt matvøruframleiðsluvirkið Krás í Hósvík, sum eisini er ein av týðandi deildunum hjá handilsfyritøkuni P/F Poul Hansen.