Dygd í hásæti

Í løtuni arbeiða fjúrtan fólk hjá Krás. Tey skulu bara savna seg um at gera so goða vøru sum til ber, og heilsølan tekur sær av sølu, umsiting og avgreiðslu. Arbeiðshølini og útgerðin eru nýggj við eini nýmótans pakkilinju. Virkið lýkur øll krøv til matvøruframleiðslu og er góðkent av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Kappingin við innfluttar vørur er serliga hørð nú. Krás slakar tó ikki við dygdini, hon verður altíð sett í hásæti. Kappingin uttaneftir rakar ikki alla framleiðsluna hjá Krás. Stórur partur av framleiðsluni so sum skinsakjøt og rullupylsa er serføroysk. Serligur dentur verður lagdur á at gera vørurnar so góðar sum á nakran hátt til ber. T.d. hevur livurposteiið sera gott umdømi.