Tekning av ætlaðari útbygging av virkinum í Hósvík. KRÁS er í støðugari framgongd.Tað merkir eisini, at høli, maskinur og arbeiðshættir javnan verða endurskoðað og tillagað tørvi og krøvum, sum kundi og myndugleikar seta virkinum.


Krás setir dygdina í hásæti

Tað eru bara dygdarvørur, ið koma í kølidiskin í handlum kring landið við KRÀS stemplinum á. Verður farið eftir dygdini, er vøran kappingarfør í prísi við innfluttar vørur.

Lesið meira um søguna hjá Krás-virkinum, framleiðsluna og pakking undir leinkjunum vinstrumegin.