PF Poul Hansen luttekur í virkisspæli



Nýtt og spennandi vinnutiltak varð hildið á
Glasir í Marknagili týsdagin 14. november 2017.



Tiltakið kallast “Business Combat” og er eitt
professionelt KT-grundað virkisspæl har tey luttakandi eru umboð fyri vinnulív
og 3. árs HHX næmingar, ið kappast um at reka eitt ímyndað virki. Í ár skuldu
virkini kappast um at framleiða og selja dronur. Kappingin vardi ein fyrrapart,
og liðið, ið kláraði at skapa størsta samlaða úrslitið eftir skat, yvir eitt
ímyndað tíðarskeið uppá 2 ár, fór avstað við sigrinum.



Endamálið við tiltakinum var at styrkja
samstarvið millum vinnulív og skúlar og samstundis skapa eitt betri netverk
millum handlar og virkir.
Liðini
vórðu blanda og hetta gav ágóðar fyri allar luttakarar. Fýra umboð frá
vinnulívinum  og fýra næmingar vóru í hvørjum bólki og í felag , kundu tey
brúka sínar praktisku royndir og ástøðiligu vitan til at finna bestu loysnirnar
fyri júst teirra virkið. Fyri PF Poul Hansen vóru Ejler Johannesen,
marknaðarleiðari og Tony Rasmussen, sølumaður við sum luttakandi. Hóast hvørgan
teirra var partur av vinnandi liðnum, meta teir seg hava fingið eina stuttliga
og spennandi uppliving av at hava verið við í hesari kapping. Sum størsta
handilsvirkið í landinum, av sínum slagi, vildi PF Poul Hansen fegin verða við
til at stuðla einum slíkum átaki, sum kann stimbra áhugan hjá teimum lesandi
fyri at koma út í vinnulívið eftir lokna útbúgving.



Sí leinkju um tiltakið : http://www.in.fo/news-detail/video-kend-andlit-kappadust-a-glasi-i-dag/ 

Sí myndir : http://apps.portal.fo/myndir/portal.fo/businesscombat+kappast+i+nyggjum+vinnuspaeli.html