Stuðul


Stuðulspolitikkur hjá PH samtakinum


 


Endamálið við stuðulspolitikkinum er at tryggja at
stuðulin verður veittur sambært visiónini hjá samtakinum ”vit eru við til at
menna og styrkja føroyska samfelagið” og at stuðulin samsvarar við virðini hjá
samtakinum, og at atlit verða tikin, ið tæna samtakinum.


PH samtakið veitir stuðul til ymisk endamál, ið eru
føroyingum og føroyska samfelagnum at gagni. Vit leggja dent á at stuðla
feløgum og felagsskapum har samtakið hevur vinnuligt virksemi.


Starvsfólk í PH samtakinum
Starvsfólk í samtakinum kunnu ikki søkja um
fíggjarligan stuðul vegna seg sjálvan, onnur ella rørslur. Grundgevingin er, at
tað er torført at viðgera umsóknirnar, at starvsfólk í samband við limaskapi í
rørslum og feløgum, ikki skulu føla seg trýst til at søkja stuðul frá PH
samtakinum og vandi er fyri, at mismunur verður gjørdur.


Avtalur um stuðul skulu tæna báðum pørtum, og tí
kunnu krøv stillast í stuðulavtaluni um myndir, marknaðarføring, navn á
heimasíðuna og tílíkt.


Fyri at allar umsóknir um stuðul skulu hava
møguleika at verða viðgjørdar eins, verða einans umsóknir, ið eru sendar inn á
niðanfyri standandi oyðublaði, viðgjørdar.


Marknaðardeildin umsitur og viðgerð stuðulsumsóknir.


Umsóknir skulu latast inn í minsta lagi 4 vikur,
áðrenn stuðulin ynskist veittur. Er skotbráið styttri enn 4 vikur, loyva vit
okkum at síggja burtur frá umsóknini. Umsóknirnar verða viðgjørdar fyrsta
hósdag í hvørjum mánað.


Av tí at ein ávís upphædd til stuðul er ásett, er ikki vist, at allar
umsóknir fáa játtandi svar. Allar umsóknir, ið fylgja omanfyrinevndu
leiðbeining, verða viðgjørdar gjølla og øll, ið hava søkt um stuðul, fáa
skrivligt svar.


Sum meginregla stuðla vit ikki:


- rakstri


- almennum ella kommunalum tiltøkum


- námsferðum


- bóka- og fløguútgávum


- við keypi av lutaseðlum


- við mati


 


PH samtakið tilskilar sær frítt at velja ímillum
allar innkomnar umsóknir.