John 40 ár í stravi tann 1. august

Jónfinn 25 ár í starvi tann 7. August

Janus 40 ár í starvi tann 1. juli

Finnbogi 45 ár í starvi tann 1. august

Tove 45 ár í starvi tann 4. oktober

195 ára starvsdagur

 Dagurin í dag er ein fagnaðardagur á Poul Hansen Heilsølu, tí vit hava fimm starvsfólk, ið samanlagt hava 195 ára starvsdag.

1. juli høvdu Janus Gunnarson og John á Ryggi 40 ára starvsdag. Janus er 61 ára gamal og byrjaði sína yrkisleið á goymsluni hjá Poul Hansen í 1976. Hann hevur starvast innan fleiri økir hjá Poul Hansen og eftir tíðina á goymslumi fór hann í læru hjá Krás sum slaktari. Hesi seinastu árini hevur Janus starvast við sølu, og hann er ein av teimum drivnu innan hetta øki.

John er 72 ára gamal og byrjaði hjá Poul Hansen í 1976. John byrjaði úti á Eystaru bryggju, har sum Poul Hansen hevði kolonial goymslu. John hevur verið partur av einari stórari broyting, tá ið hugsað verður um goymsluna. Tann gamla goymslan var í tveimum hæddum har alt, sum skuldi á fyrstu hædd, bleiv hivað við einum spæli upp í gjøgnum ein lemm í loftinum. Í dag gongur alt smidligari fyri seg.

1. august hevði Finnbogi Danielsen 45 ára starvsdag. Finnbogi er 60 ára gamal og byrjaði hjá Poul Hansen í 1976 sum tann lokali sølumaðurin í Suðuroy. 

7. august hevði Jónfinn Petersen 25 ára starvsdag. Jónfinn er 45 ára gamal og hann byrjaði á goymsluni hjá Poul Hansen í 1991. Jónfinn er í dag formaður á goymsluni.

Jónfinn fekk handað eitt ur, ið var graverað, hetta er ein gomul siðvenja frá tíðini niðri á Bryggjubakka.

4. oktobur hevur Tove Johansen 45 ára starvsdag. Tove er 63 ára gomul og byrjaði hon hjá Poul Hansen í 1971 niðri á Bryggjubakka.

Hettar hátíðarhalda vit sjálvandi við at bjóða øllum starvsfólkum til ein betri bita í dag. Vit takka fyri hesi mongu góðu árini saman við Janusi, John, Finnboga, Jónfinni og Tove og síggja fram til nógv góð ár aftrat.