Bára Hansen útlærd

Tann 3. juli 2014 varð Bára Hansen útlærd sum skrivstovufólk innan fyrisiting hjá P/f Poul Hansen. Lærumeistari hjá Báru hevur verið Óli Reinert. Bára hevur í lærutíðini arbeitt í bókhaldinum og í innkeypinum. Bára verður í fyritøkuni eina tíð framyvir.

Vit ynskja Báru tilukku.