Broytingar í vøruúrvalinum hjá Samkeyp og Á

Ein av teimum broytingunum, sum viðskiftafólkini í teimum 14 Samkeyp- og  12 Á-handlunum fara at síggja á hillunum komandi tíðina verður, at lágprísvørur sum t.d. First Price og Gestus fara at verða skiftar út við Rema 1000 vørur. 

Hettar eru broytingar, ið koma í sambandi við, at høvuðsveitarin hjá Samkeyp og Á, Poul Hansen heilsøla, hevur gjørt eina strategiska samstarvsavtalu við Arctic Import og Reitan Distribution. Í dag er Reitan Distribution veitari hjá Rema 1000, 7Eleven, Q8, Circle K og OK+.  

Stjórin hjá Poul Hansen heilsølu, Høgni Hansen, fegnast um nýggju avtaluna við Arctic Import. “ Tá vit skuldu velja nýggjan samstarvsfelaga, løgdu vit dent á góðsku og kappingarførar prísir. Harumframt løgdu vit dent á, at okkara virðir í samtakinum, t.d matoyðsl og umhvørvisvinarligar vørur skuldu síggjast aftur í tí nýggja samstarvinum. Og hettar meta vit okkum at hava fingið við nýggju avtaluni”, sigur Høgni Hansen.

Spennandi vøruúrvalið hjá REMA 1000, sum er so væl umtókt í Danmark og Grønlandi, verður so líðandi eisini at síggja á hillunum í Samkeyp og Á.