Farloyvisstarv á fíggjardeildini

Farloyvisstarv á fíggjardeildini hjá Poul Hansen samtakinum

Vit leita eftir einum dugnaligum starvsfólki til bókhald okkara. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 1. august 2018.

Høvuðsskipanin hjá fyritøkuni er Microsoft Dynamics AX.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert og spennandi starv í einum samtaki við fjølbroyttum og avbjóðandi arbeiðsuppgávum. 

Tínir førleikar

- Tú hevur royndir við bókhaldi

- Tú hevur góð evni at samstarva og samskifta

- Tú ert røkin og álítandi og dámar at hava gott skil á

- Tú ert tænastusinnað/ur

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv ella eftir avtalu. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K felagið.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Ásu Hansen, leiðara á fíggjardeildini, á tlf. 227222 ella skriva til ahansen@ph.fo.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi hósdagin 28. september 2017.

Stutt um P/F Poul Hansen Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí, vistveitingardeild og saman við øðrum eigarum umsitur matvøruhandlar. Umleið 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir sera breitt og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.