Fletting 2017

Aftur í ár bjóðar Krás sær at keypa lombini frá tykkum. Tá seyðurin er fluttur til Krás, eru tit leys av øllum arbeiðinum av seyðinum. Eisini kunnu vit fletta fyri tykkum, tá fáa tit krov, høvd og mør aftur.

Krás er løggilt sláturvirkið, og flettingin fer fram undir strongum eftirliti av djóralækna frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Eftirlitið hjá djóralækna inniber m.a., at hann sýnar tann livandi seyðin. Tá seyðurin er flettur, verða krovini kannað, áðrenn tey verða vigað og endaliga góðkend.

Eftir at tit hava avtalað við Krás, nær seyðurin skal flettast, skipa tit fyri, at seyðurin verður fluttur til okkum. Tað er umráðandi, at seyðurin er reinur og turrur við levering, tí so fæst ein reinari fletting.

Um vit fletta fyri tykkum, er møguleiki hjá tykkum at fáa krovini beinleiðis av slakti-linjuni í bilin. So slepst undan at tey krov, sum skulu í hjallin at hanga, fara í kølirúm fyrst. Annars verða krovini hongd upp á køl, sum er í mesta lagi 7 hitastig, og tá skulu tey heintast seinni sama dag, sum tey eru flett.

 

Vit byrja at fletta hósdagin 28. september og halda fram til fríggjadagin 20. oktober.

Sí prísir o.a. her

Vinaliga


Alberg Gaardlykke

kras@ph.fo

Tlf. 23 53 60