Fletting hjá Krás 2015

Nú heystið nærkast, og fjøllini verða gingin, er løtan komin at biða um tíð at fáa seyðin flettan á løggildum sláturvirki. Krás bjóðar sær at keypa lombini frá tykkum. Tá seyðurin er fluttur til Krás, eru tit leys av øllum arbeiðinum av seyðinum. Eisini kunnu vit fletta fyri tykkum, tá fáa tit krov, høvd og mør aftur. 

Krás er løggilt sláturvirkið, og flettingin fer fram undir strongum eftirliti av djóralækna frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Eftirlitið hjá djóralækna inniber m.a., at hann sýnar tann livandi seyðin. Tá seyðurin er flettur, verða krovini kannað, áðrenn tey verða vigað og endaliga góðkend.

Eftir at tit hava avtalað við Krás, nær seyðurin skal flettast, skipa tit fyri, at seyðurin verður fluttur til okkum. Tað er umráðandi, at seyðurin er reinur og turrur við levering, tí so fæst ein reinari fletting.

Um vit fletta fyri tykkum, er møguleiki hjá tykkum at fáa krovini beinleiðis av slakti-linjuni í bilin. So slepst undan at tey krov, sum skulu í hjallin at hanga, fara í kølirúm fyrst. Annars verða krovini hongd upp á køl, sum er í mesta lagi 7 hitastig, og tá skulu tey heintast seinni sama dag, sum tey eru flett.

Prísurin fyri keyp av seyði er hækkaður í ár til fyrimun fyri kundan. Her finna tit prís og treytir fyri keyp av livandi seyði og fyri fletting uppá tænastu.


Prísir og treytir fyri fletting 2015

Keyp av lombum

Keyp av lombum 13 kg + :  70,00 kr. kg v/MVG

Keyp av lombum 11-12,9 kg   64,00 kr. kg v/MVG

Keyp av lombum upp til 10,9 kg 50,00 kr. kg v/MVG

Ær og veðrar verða ikki keypt.

Tá vit keypa lombini, eigur Krás alt. Vektin er slaktivekt.

___________________________________________________________

 

Fletting upp á tænastu

Meira enn 100 seyðir :  135,00 kr. v/ MVG

Millum 50-99 seyðir :   150,00 kr. v/ MVG

Milllum 20-49 seyðir :  170,00 kr. v/ MVG

Færri enn 20 seyðir  :  190,00 kr. v/ MVG

Ær :   200,00 kr. v/ MVG

Veðrur :   275,00 kr. v/ MVG 

Tá flett verður upp á tænastu, eigur Krás skinn og tálg.

Vit eru eisini áhugað í at keypa ein part av eini gongu, meðan ein annar partur verður flettur upp á tænastu. Tá verður prísurin ásettur eftir tí samlaða talinum, sum verður leverað.

Ynskiligt er, at sagt verður frá sum skjótast, nær tit vilja hava seyðin flettan, so vit kunna leggja heystið til rættis sum best. 

So vel fjalldagin longu nú og tryggja tær pláss at fáa seyðin flettan.

 

Um ikki viðrar, fáa hvørki vit ella tit gjørt nakað við tað, tit boða tá frá, og vit finna eina nýggja tíð.

Vit byrjaðu at fletta mánadagin 21. september og halda fram til fríggjadagin 23. oktober, tó kunnu vit gera avtalu um at fletta seinni, um fjøllini verða gingin seinni enn nevnda tíðarskeið. 

Tey, ið ynskja at selja ella at fáa flett upp á tænastu,
kunna seta seg í samband við Alberg Gaardlykke, tlf. 23 53 60.


Myndirnar hevur Jens Kristian Vang tikið.