Søkt verður eftir húsavørði til Poul Hansen samtakið


Arbeiðið fevnir um

at viðlíkahalda og røkja bygningarnar hjá samtakinum og økini uttanum

at samskipa og hava eftirlit við byggiverkætlanum

at umsita ymiskar tekniskar skipanir, so sum eldávaringarskipan og alarmar

gera tær ábøtur, ið eru neyðugar


Vit ynskja ein starvsfelaga, sum

er arbeiðssamur

setur eina æru í, at tingini eru í lagi

dugir at samstarva

arbeiðir sjálvstøðugt

er handverkari, helst við royndum innan byggivinnuna


Vit bjóða

eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólkini trívast

fjølbroyttar arbeiðsuppgávur

løn eftir avtalu


Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Katrin Poulsen, HR leiðara, á tlf. 235333.


Umsóknir, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til kpoulsen@ph.fo í seinasta lagi mikudagin 31. mai 2017.


Stutt um P/F Poul Hansen

Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí og vistveitingardeild umframt at umsita matvøruhandlar saman við øðrum eigarum. Uml. 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir tí sera breitt og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.