Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari og Jákup Tausen slaktari tóku í móti vitjandi á básinum hjá Krás.

Krás á Faroexpo 2015


Sum nakað nýtt í ár hevði Faroexpo, í samstarvi við Vinnuframa,  eina almenna framsýning sum part av Faroexpo 2015, við heitinum: “Føroysk framleiðsla”.  Almenningurin hevði ókeypis atgongd til framsýningina og kundu tey vitjandi keypa vøru beinleiðis frá teimum luttakandi virkjunum.  Krás valdi at verða við í ár, og hevði ein snøggan bás, sum varð væl vitjaður.

Tá endamálið við framsýningini var, at geva føroyskum vørum og tænastum ein sýnisglugga fyri hvørjum øðrum (B2B), eins væl sum at vísa vanliga føroyinginum hvat virkið hevði at bjóða, valdi Krás at fyrireika ymiskar smakkroyndir av vørum, sum vanliga eru í vøruskránni, umframt okkurt spildurnýtt og spennandi, sum ikki er komið út í handilsdiskarnar enn.

Nýggjar Krás-vørur
Krás arbeiðir støðugt við at menna nýggjar vørur, og tann nýggjasta er ein speigipylsa úr føroyskum lambi. Tey vitjandi fingu bjóðað smakkroyndir av hesari forkunnugu pylsu.
Umframt hetta, bjóðaði Krás smakkroyndir av royktum svínalundum, Krás grillpylsum, Frankfurtarum og eisini var tann vælumtókta blóðpylsan at fáa.

Endamálið hjá Krás var, at vísa fjølbroytni í vanligu vøruskránni, eins og at vísa gagnnýtsluna av føroyska lambinum. Samstundis vildi Krás eisini vísa á sínar framleiðslumøguleikar og eginleikar at verða eitt nýhugsandi  og framskygt virki við stórum áhuga fyri at útvikla og menna nýggjar vørur.

Stórkeyp - ein nýggj tænasta
Eisini var ein nýggj tænasta, sum kallast ‘Stórkeyp’, lýst fyri fyrstu ferð. Stórkeyp er ein tænasta, sum viðskiftafólk í Á og Samkeyp nú fáa gleði av. Við ‘Stórkeypi’, kunnu viðskiftafólkini nú bíleggja størri nøgdir av kjøti beinleiðis í handlinum, og heinta og rinda fyri vøruna í saman handli. Hetta er ein sera hent tænasta fyri øll, ið av og á skulu matgerða til fleiri fólk enn vanligt. Eitt nú til barnadóp, føðingardag ella okkurt annað høvið. Handlarnir hava bíleggingarseðlar til viðskiftafólk at bíleggja eftir.

Gitikapping
Tey flestu vitjandi á messuni løgdu helst merkið til glasmontruna á básinum hjá Krás, sum var fylt við seyðahornum. Hetta var eitt av teimum stuttligu innsløgunum, við eini gitikapping millum vitjandi, har tey fingu høvi at gita hvussu nógv horn vóru í montruni. Vinningurin var ein ‘kjøtpakki’ til 10 fólk, frá ‘Stórkeyp’.
Tá avtornaði vórðu knapt 400 seðlar komnir í stemmikassan, og tríggir vinnarar vórðu funnir. Hesir fáa allir ein kjøtpakka í part, sum slaktarin á Krás hevur valt til teirra. Hepnu vinnarirnir sum allir høvdu gitt at 199 horn vóru í glasmontruni, gjørdust : Eliana H. Olsen, Strendur, Halla Hansen, Strendur  og Eivind Danielsen, Hoyvík.

Krás ynskir vinnarunum hjartaliga tillukku og takkar øllum, sum luttóku og øllum vitjandi á Krás básinum hesar dagarnar á Faroexpo 2015.