Jákup Tausen, slaktari á Krás.

Krás grillaði ein heilan grís

Mentunardagar í Sunda kommunu

Í sambandi við at Sunda Kommuna skipar fyri Mentanardøgum 11.-20. sept., var stórt marknaðartiltak á handilsøkinum við Norðskála fríggjadagin 12. sept. Millum annað høvdu handlarnir leingi opið við góðum tilboðum, og eisini varð nógv gjørt burturúr uttanfyri á parkeringsøkinum. Mest forvitnisliga tiltakið her var uttan iva inni í stóra teltinum, sum varð sett upp á økinum uttanfyri læknahúsini. Her bjóðaðu trý virki í kommununi smakkroyndir og munngott til fólkið, sum hevði leitað sær oman á økið hetta góðveðurskvøldið.

Hóast summarið er um at halla, og sólstólar og grillin eru minni og minni í brúk, so vildu tey á Krás leingja um grillsesongina, og høvdu tey longu tendrað grillina kl. 7 fríggjamorgunin. Onki minni enn ein heilur grísur skuldi á grillina, og tað tekur tíð at steikja ein slíkan í heilum líki. Langa bíðirøðin inni í teltinum boðaði eisini frá, at hetta hevði tendrað forvitnið hjá fólki í kommununi, tí stutt eftir at tiltakið var byrjað kl. 16.00, vaks bíðirøðin frammanfyri básin hjá Krás. Kokkarnir høvdu úr at gera við at telgja burturav grillaða grísinum – sum má sigast “fekk bein at ganga á”. Umframt grillaða grísin bjóðaði Krás gestunum at smakka rómabakað epli frá Krás. Til hetta serliga høvið hevði Jan Ovi Winther Olsen, cateringmaður hjá Poul Hansen, gjørt eitt leskiligt eplasalat, ið eisini hóskaði sera væl til grillaða grísin og búffarnar, sum Krás eisini bjóðaði smakkroyndir av.

Bæði børn og vaksin hugnaðu sær óført hetta fríggjakvøldið, og ongum noyddist at fara svangur ella tystur heim til húsa aftur. Umframt smakkroyndir av grillaðum kjøti, bjóðaði Krás smakkroyndir av Coca-Cola til tey vitjandi, og fekk onkur hug at gera kokkunum á Krás eftir, so var vælsmakkandi kjøtið frá Krás eisini at fáa í Á handlinum fyri sera góðan prís.