Lærlingur til Krás - gourmet slaktari

Kundi tú hugsað tær eitt lærupláss í einari fyritøku, har nógv er at gera, og har tú ert partur av einum starvsfólkatoymi, ið strembar eftir at mennast og menna ta føroysku matmentanina?

Vit ynskja, at tú ert

arbeiðssom/samur

fyrikomandi og samstarvsfús/ur

røkin og hevur eitt skipað arbeiðslag

kropsliga væl fyri og dámar væl nýggjar avbjóðingar

í minsta lagi hevur 9. ella 10. flokks prógv

ynskiligt er, at tú hevur koyrikort

Sum gourmetslaktaralærlingur lærir tú alt um útskering, fyrireiking og tilgerð at kjøti. Tú verður við at menna nýggjar uppskriftir til cateringkundar okkara. Serliga er heystið ein spennandi tíð á Krás, tá áleið 3000 krov verða flett.

Vit bjóða

Eitt áhugavert og mennandi lærupláss har starvsfólkini trívast. Vit raðfesta góðsku og gott handverk í øllum tí, vit gera.

Sum lærlingur hjá okkum fært tú frá byrjan tína egnu læruætlan, soleiðis at tú alla tíðina veit hvat tú skalt læra og hvar tú skalt vera.

Útbúgvingin tekur 3 ár og 8 mánaðir, harav 40 vikur er skúlagongd á slaktaraskúlanum í Roskilde. Tann praktiski parturin av útbúgvingini er á sláturvirkinum í Hósvík. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, gerandisdagar millum kl. 07.00 – 15.00.

Løn eftir sáttmálanum millum Handverkarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Alberg Gaardlykke á tlf. 235360.

Umsóknir, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til kpoulsen@ph.fo í seinasta lagi mánadagin 8. mai 2017. 

Stutt um Krás

Krás er ein fyritøka, ið byrjaði miðskeiðis í 70’unum. Hesi 40 árini hevur støðugt verið arbeitt við at framleiða matvøru av høgari góðsku, umframt at víðka um úrvalið av vørum. Í løtuni starvast 12 fólk á Krás.