Poul Hansen samtakið sóknast eftir næmingi til fíggjardeildina

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert og spennandi lærupláss í einum samtaki við fjølbroyttum og avbjóðandi arbeiðsuppgávum. Tú verður partur av okkara vælvirkandi fíggjardeild við níggju dugnaligum starvsfólkum.

Í útbúgvingartíðini ert tú í skúla á Niels Brock í Keypmannahavn fýra ferðir í tilsamans átta vikur.


Umsøkjarin

Vit vænta, at tú

- hevur staðið FHS, HH, Student, HF ella líknandi miðnámsútbúgving

- hevur góð evni at samstarva og samskifta

- ert røkin og álítandi og dámar at hava gott skil á

- hevur áræði og hug at útbúgva teg innan fíggjarfakið


Vit bjóða

- eina skrivstovuútbúgving við sergrein í fíggjarbúskapi

- egna næmingaætlan frá fyrsta degi, so tú altíð veitst, hvar tú skalt vera, og hvat tú skalt læra

- eitt vælskipað lærupláss, ið setir tænastu í hásæti


Setanar- og lønarviðurskifti

Lærutíðin byrjar um hálvan august. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K felagið.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Ásu Hansen, leiðara á fíggjardeildini,  á tlf. 227222 ella skriva til ahansen@ph.fo.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi mánadagin 3. juli 2017.


Stutt um P/F Poul Hansen Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí, vistveitingardeild og saman við øðrum eigarum umsitur matvøruhandlar. Umleið 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir tí sera breitt og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.