PF Poul Hansen luttekur í virkisspæli

Nýtt og spennandi vinnutiltak varð hildið á Glasir í Marknagili týsdagin 14. november 2017.

Tiltakið kallast “Business Combat” og er eitt professionelt KT-grundað virkisspæl har tey luttakandi eru umboð fyri vinnulív og 3. árs HHX næmingar, ið kappast um at reka eitt ímyndað virki. Í ár skuldu virkini kappast um at framleiða og selja dronur. Kappingin vardi ein fyrrapart, og liðið, ið kláraði at skapa størsta samlaða úrslitið eftir skat, yvir eitt ímyndað tíðarskeið uppá 2 ár, fór avstað við sigrinum.

Endamálið við tiltakinum var at styrkja samstarvið millum vinnulív og skúlar og samstundis skapa eitt betri netverk millum handlar og virkir. Liðini vórðu blanda og hetta gav ágóðar fyri allar luttakarar. Fýra umboð frá vinnulívinum  og fýra næmingar vóru í hvørjum bólki og í felag , kundu tey brúka sínar praktisku royndir og ástøðiligu vitan til at finna bestu loysnirnar fyri júst teirra virkið. Fyri PF Poul Hansen vóru Ejler Johannesen, marknaðarleiðari og Tony Rasmussen, sølumaður við sum luttakandi. Hóast hvørgan teirra var partur av vinnandi liðnum, meta teir seg hava fingið eina stuttliga og spennandi uppliving av at hava verið við í hesari kapping. Sum størsta handilsvirkið í landinum, av sínum slagi, vildi PF Poul Hansen fegin verða við til at stuðla einum slíkum átaki, sum kann stimbra áhugan hjá teimum lesandi fyri at koma út í vinnulívið eftir lokna útbúgving.

Sí leinkju um tiltakið : http://www.in.fo/news-detail/video-kend-andlit-kappadust-a-glasi-i-dag/ 

Sí myndir : http://apps.portal.fo/myndir/portal.fo/businesscombat+kappast+i+nyggjum+vinnuspaeli.html