Stephan Petursson útlærdur sum slaktari

 Stephan Petursson útlærdur sum slaktari

Tann 27. februar bleiv Stephan liðugur at læra og kann nú kalla seg slaktari við sergrein í handli.

Stephan hevur staðið lærutíðina á sláturvirkinum Krás í Hósvík, og skúlagongdina hevur hann tikið á slaktarískúlanum ZBC Roskilde.

Vit øll í Poul Hansen samtakinum ynskja Stephan hjartaligu til lukku við próvnum.