'Vestmenningar í Havn' á vitjan hjá P/F Poul Hansen heilsølu

Í morgun komu ‘Vestmenningar í Havn’ á vitjan her á Heykavegi 8. Fyrst varð boðið til ein góðan drekkamunn við rundstykkjum og jólabollum í kantinuni, og prátað var dúgliga. Høgni Hansen, stjóri, greiddi vestmenningunum frá um heilsøluna og virksemið annars bæði her í húsinum og á øðrum deildum hjá PH samtakinum. Eftir hetta varð víst runt í húsinum og á goymsluni, og høvið var eisini hjá vestmenningum, sum arbeiða á heilsøluni at heilsa uppá og skifta orð um familju og skilfólk. Sámal Bláhamar, stigtakari, hevði eisini gestabókina hjá ‘Vestmennigum í Havn’ við sær, og høvið var at skriva í hesa bók.

Vit takka fyri sera hugnaliga vitjan.