Framkomin háttur at pakka

Virkið fór eisini fyri nøkrum árum síðani undir nýggjan hátt at pakka tær fesku vørurnar. Hesin háttur at pakka inn saman við gjøgnumførdum reinføri ger, at fesk vøra við ongum haldevni í, kann halda sær í kulda í tríggjar til sjey dagar. Tað ger at kjøt av besta slagi verður pakkað á sama hátt sum viðskeri, og hildið kalt - á um tveimum stigum. Hetta er ein framkomin háttur at pakka feska vøru. Tað hevur alstóran týdning, at rávøran er 1. floks, at reinførið er 100 prosent í lagi, og at køliketan er óbrotin skal tað eydnast. T.e. at  kjøtið er javnt kalt alla arbeiðsgongdina, heilt frá tí, at tað er  slaktað, til tað liggur í kølidiskunum sum keypsvøra.

Krás veitir flestu matvøruhandlum og matstovum í Føroyum vørur.