Poul Hansen heilsøla

Skipsvistir

Vit hava drúgvar royndir við at proviantera bæði føroysk og útlendsk skip og frálandavinnu - tí hava vit eisini proviantlistar á fleiri málum. Hetta ger tað lætt og ómakaleyst hjá øllum okkara kundum at bíleggja júst ta røttu vøruna
Vistir - frukt og grønt

Frukt og grønt

Sum heildarveitari til føroyska handilsmarknaðin og vinnuna sum heild, hava vit valt at raðfesta góðskutrygd høgt á okkara goymslu. Vit hava m.a. neyvt stýrdar kølisonur og kunnu tí veita eina javna og góða góðsku, eisini tá tað kemur til stórar nøgdir av ymiskum frukt og grønt vørum.

Proviantering - búffar frá Krás

Egið slaktarí

Krás í Hósvík er okkara egna løggildaða slakturvirkið. Krás hevur eitt stórt feskvøruúrval av kjøti við framúr góðsku.

Vørubílegging

Vøra verður bíløgd frá okkara proviantsølufólki. Til ber eisini at bíleggja við telefon ella telduposti. Set teg í samband við okkara proviantdeild, og í felag seta vit saman úrvalið.

Jóan Petur á Stongunum

Søluleiðari / Catering / Sales manager

360 160 / 23 53 44

jp@ph.fo