Heilsølubygningurin hjá P/F Poul Hansen á Bryggjubakka, tíðliga í 30unum. Myndaeigari: Fornminnissavnið


Nýggjar leiðir miðskeiðis í 70unum

P/f Poul Hansen hevur virkað sum heilsøla líka síðan 1927. Henda fyritøkan, sum í dag hevur fleiri enn 75 fólk í arbeiði, helt fyrst í 70unum, at nýggjar leiðir skuldu roynast. Byrjað varð við saltaðum oksa- og lambskjøti. Framleiðslan gekk væl, og tey fyrstu árini varð virkað og framleitt á Bacalao. Men tíðirnar broyttust, og tá P/f Poul Hansen miðskeiðis í 70árunum varð noytt at sleppa sær av við bygningarnar á havnarøkinum, varð gjørt av at byggja nýggjan bygning á Hálsi. Bygningurin skuldi fevna um alt virksemi hjá P/f Poul Hansen.


Tók dik á seg

Nýggi bygningurin broytti umstøðurnar nógv. Plássi var ivaleyst av, og umstøðurnar í síni heild svaraðu til øll nútíðarkrøv hjá stórari fyritøku.

Gamli høvuðsbygningurin var 500 fermetrar til víddar. Hann kundi staðið tíggju ferðir í tí nýggja, sum hevði gólvvídd, sum var 5.000 fermetrar. Matvøruframleiðslan flutti eisini niðan á Háls. Heilsøla og matvøruframleiðsla vórðu savnað á einum stað, tá ið bygningurin var liðugur í 1977. Tá tók matvøruframleiðslan rættiliga dik á seg.

Fyri nøkrum árum síðan flutti matvøruframleiðslu-virkið til Hósvíkar, og matvøruframleiðslan og úrvalið, sum er í dag, kann ikki samanberast við tað, sum farið varð undir fyrst í 70árunum.


Úrvalið hjá Krás

Krás ger rullupylsu, kjøtpylsu, skinsakjøt og tað vælumtókta livurposteiið til viðskera.
Til feskan døgurðamat verður gjørt fiskafars, kjøtfars, malið neytakjøt, ymsar steikir av oksakjøti, kotilettir o.a. av svínakjøti.
Til frystan døgurðamat verður gjørt saltsprongt lambskjøt, saltsprongt oksakjøt og lambstjógv. Umframt hetta roykir Krás bæði hamburgarrygg og flesk.