Starvsfólk

Starvsfólkaliðið hjá Poul Hansen avmyndað uttanfyri heilsølubygningin á Heykavegi 8. Við sínum 75 starvsfólkum er PH heilsøla tann størsta í landinum. Umframt heilsøluna rekur fyritøkan eisini matvøruvirkið Krás, sum er í Hósvík, har 15 starvsfólk arbeiða.

Vistveitingarfyritøkan Eurest er eisini eind hjá PH samtakinum.
Í 2012 keypti PH 2 Á handlar í Havn, og við hesum er samlaða starvsfólkatalið í samtakinum umleið 150.