Ert tú okkara nýggja sølu- og innkeypsfólk á frukt & grønt og feskvøruøkinum?

Poul Hansen samtakið er ein spennandi og nýhugsandi fyritøka í støðugari menning. Vit hava 90 ár á baki men vit hyggja frameftir og fylgja við nýggjastu tøknini og skiftandi tørvinum hjá kundum okkara. Vit eru ein fjølbroytt fyritøka við egnari heilsølu, sláturvirki, heildarveitingarfyritøku og eru í ognarsamstarvi við fleiri matvøruhandlar runt um alt landið. Sum sølu- og innkeypsfólk fært tú ein skiftandi arbeiðsdag, við stórari ábyrgd og við nógvum samstarvsfelagum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Tín arbeiðsdagur

-       Bíleggja frukt og grønt

-       Saman við søluleiðarunum at leggja til rættis, at vøruúrvalið altíð er inspirerandi, dynamiskt og samsvarar við árstíðina og grøna profilin hjá samtakinum

-       Tryggja, at góðskan er tann besta

-       Viðgera endurgjaldskrøv

-       Leggja prísir inn hvørja viku

-       Viðlíkahalda og menna vøruúrvalið

-       Dagligt samskifti við handilsleiðararnar

 
Vit bjóða:

Tú verður partur av eini vælskipaðari fyritøku við ídnum og fakliga dugnaligum starvsfólkum

-       Spennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur

-       Nýggjastu tøknina innan vøru- og goymslustýring

 
Vit vænta av tær:

-       At tú hevur vitan um frukt og grønt- ella í minsta lagi áhuga og áræði at seta teg inn í økið

-       At tú hevur góð samstarvsevni

-       At tú hevur royndir við sølu, gjarna frá heilsølu ella matvøruhandli

-       At tú dugir væl at leggja langtíðarætlanir, samstundis sum tú ert før/ur fyri at fremja neyv og stundislig átøk, um tað krevst

-       At tú hevur eitt vælskipað arbeiðslag og verður drivin av góðum úrslitum

-       At tú hevur góðan telduførleika og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar, tekniskar skipanir


Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er á høvuðsskrivstovuni á Heykavegi 8 á Hálsi. Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært avtalu.

Skrivlig umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til hr@ph.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. september 2019

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Róa Ørvarodd, detailsøluleiðara, á tlf. 220999.

 

Stutt um P/F Poul Hansen 
Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí, vistveitingardeild og, saman við øðrum eigarum, umsiting av matvøruhandlum. Umleið 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir tí sera breitt, og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá samtakinum :  www.ph.fo