Poul Hansen heilsøla

Stuðul

Stuðulspolitikkur hjá PH samtakinum

Endamálið við stuðulspolitikkinum er at tryggja, at stuðulin verður veittur sambært visiónini hjá samtakinum ”vit eru við til at menna og styrkja føroyska samfelagið”, og at stuðulin samsvarar við virðini hjá samtakinum, og at atlit verða tikin, ið tæna samtakinum.

PH samtakið veitir fegin stuðul til ymisk endamál, ið eru føroyingum og føroyska samfelagnum at gagni. Vit leggja dent á at stuðla feløgum og felagsskapum har samtakið hevur vinnuligt virksemi.

Hví og hvussu?

Avtalur um stuðul skulu tæna báðum pørtum, og tí kunnu krøv stillast í stuðulsavtaluni um myndir, marknaðarføring, navn á heimasíðuna og tílíkt. 

Fyri at allar umsóknir skulu hava møguleika at verða viðgjørdar eins, verða bert umsóknir, ið eru sendar inn á niðanfyri standandi oyðublaði, viðgjørdar.

Umsóknir skulu latast inn í minsta lagi 4 vikur, áðrenn stuðulin ynskist veittur. Er skotbráið styttri, loyva vit okkum at síggja burtur frá umsóknini. 

Ein ávís upphædd til stuðul er ásett hvørt ár, og tí er ikki vist, at allar umsóknir fáa játtandi svar. Marknaðardeildin umsitur og viðger stuðulsumsóknir fyrsta hósdag í hvørjum mánaði.

Vit stremba eftir at allir umsøkjarar fáa skrivligt svar. 

Sum meginregla stuðla vit ikki

  • rakstri
  • almennum ella kommunalum tiltøkum
  • námsferðum
  • bóka- og fløguútgávum
  • við keypi av lutaseðlum
  • við mati

PH samtakið tilskilar sær frítt at velja ímillum allar innkomnar umsóknir.

SØK STUÐUL HER NIÐANFYRI:

General