Stuðul


P/F Poul Hansen veitir stuðul til ymisk endamál, ið eru føroyingum og føroyska samfelagnum at gagni.

Fyri at allar umsóknir um stuðul skulu hava møguleika at verða viðgjørdar eins, verða einans umsóknir, ið eru sendar inn á niðanfyri standandi oyðublaði, viðgjørdar.

Umsóknir skulu latast inn í minsta lagi 4 vikur, áðrenn stuðulin ynskist veittur. Er skotbráið styttri enn 4 vikur, loyva vit okkum at síggja burtur frá umsóknini. Umsóknirnar verða viðgjørdar fyrsta hósdag í hvørjum mánað.

Av tí at ein ávís upphædd til stuðul er ásett, er ikki vist, at allar umsóknir fáa játtandi svar. Allar umsóknir, ið fylgja omanfyrinevndu leiðbeining, verða viðgjørdar gjølla og øll, ið hava søkt um stuðul, fáa skrivligt svar.

P/F Poul Hansen tilskilar sær frítt at velja ímillum allar innkomnar umsóknir.