Taylor Preston


Krás keypir kjøt beinleiðis frá Taylor Preston 

Taylor Preston veitir Krás Ný Sælendskt oksakjøt. Tað er kjøt av ungneytum, yngri enn 24 mánaðir og keypir Krás beinleiðis frá hesum framleiðara, fyri at tryggja sær bestu góðskuna.

Taylor familjan hava verið bøndur í 150 ár og hava verið slaktarar í meira enn 100 ár. Hetta er ein familju- fyritøka har hjartað, sál og handverk ganga upp í eina hægri eind.

Tá ið kjøtið liggur á framleiðsluborðinum hjá Krás, hevur tað ongantíð verið fryst og køliketan ongantíð brotin, tí tað kemur heim í kølibingjum. Kjøtið búnast sostatt á veg til Føroya, og ger hetta, at tað verður framúr moyrt. Krás parterar kjøtið í leskiligar bitar, búffar og steikir og pakkar tað, áðrenn tað kemur út í Á handlarnar. Kjøtið er kent fyri at hava javna góðsku, verða moyrt, kraftmikið og hava góðan smakk.


Sermerkt oksaslag


Angus oksakjøtið, sum tú finnur í Á handlunum, er heimskent fyri sín smakk. Eitt nú er Angus mest seldað neytaslagið í USA og er nógv umhildið kring allan heim. Neytaslagið stavar upprunaliga úr Aberdeenshire og Angus úr Skotlandi og er ein samanrenning av tveimum vælumtóktum neytasløgum har á leiðini.

Angus verður ofta selt undir navninum Aberdeen Angus, ella bara Angus, Black Angus ella Red Angus. Her er talan um eitt neytaslag við ongum ella smáum hornum, og liturin er, sum nøvnini frammanfyri benda á, reyður og svartur og kann eisini vera hvítur. Tað er sermerktað kjøtið, sum hevur gjørt hetta neytaslagið heimskent.


Les meira um Taylor Preston her : http://www.taylorpreston.co.nz/