Vørur og tænastur til tín

Vit hava staðið fyri sølu og veiting av vørum og tænastum, til bæði stórar og smærri handlar um alt Føroya land, í sera nógv ár. So hvørt sum marknaðurin er broyttur, gjøgnum hesi mongu árini, hava vit tilsvarandi tillagað okkara vøruútboð og tænstur, so at vit til eina og hvørja tíð kunnu nøkta flestu tørvir, kundarnir seta okkum.

Krás setir dygdina í hásæti

Serføroysk og dygdargóð matvøruframleiðsla; góðkend av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Soleiðis tryggjar Krás smakkin

Tænastur

Sum heildarveitari av bæði vørum og tænastum bjóða vit sjálvandi eisini okkara viðskiftafólki at fáa vørurnar koyrdar út til handilin. Bíløgdu vørurnar koma beinleiðis frá veitarum inn á okkara goymslu og síðani verða tær samskipaðar og koyrdar út eftir serligum avtalum við einstaka viðskiftafólkið.