Poul Hansen heilsøla

Eurest Føroyar

P/F Eurest Føroyar byrjaði í 2001 sum veitari av vistveitingum til oljuvinnuna við Føroyar. Hesi seinastu 10-15 árini er tænastan broytt og útviklað til í størri mun at umfata reingerðararbeiði og kantinuvirksemi.

Altjóða samstarv

Eurest Føroyar er í samstarvi við altjóða samtakið Compass Group PLC, innan vistir og reingerð. Compass Group PLC varð stovnað í Onglandi í 1941 og er í dag ein risi innan vistveiting og tænastuøkið við yvir 600.000 starvsfólkum, í meira enn 50 londum.

Les meira um Compass Group https://compass-group.dk/

 

Vit eru altíð til reiðar at samstarva við teg og veita tænastur innan okkara økið. Vit veita fegin eitt óbindandi tilboð uppá fyrispurningar.

Hitt okkara fólk


Set teg í samband við Símun Midjord, leiðara á Eurest Føroyar, og fá eitt prát um hvussu vit kunnu loysa eina uppgávu fyri tykkum.

Símun Midjord

Leiðari Eurest

360 127

smidjord@ph.fo