Vit eru heildarveitari av frukt og grønmeti. Vit samstarva við donsku veitararnar Rema Grønt A/S og K.E.B Frugt. Av føroyskum veitarum kunnu vit nevna m.a. Næla og Dímunargarðurin, umframt at vit innflyta vørur úr Íslandi og Hollandi.
Vit leggja okkum eftir at hava eitt gott úrval av góðskuvøru, sum hoyrir árstíðini til í okkara parti av heiminum - kryddað við einum ávísum úrvali úr heitari londum.
Dentur verður lagdur á stig fyri stig at víðka um okkara úrval av vistfrøðiligari frukt og grønmeti. Vit seta okkum sjálvum krøv um, at frukt og grønmeti skal verða so gott, at tað nøktar tann tørv og tey krøv, sum bæði privata viðskiftafólkið og vinnuligi marknaðurin setur.
Umframt allar vanligar kolonialvørur veita vit eisini frystivørur til handlar. Vit kunnu altíð útvega eitt fjølbroytt úrval av kjøti, grønmeti, breyði, fiski, skeljadjórum og frystum lambskrovum. Alt gitnar dygdarvørur.
Hjá okkum finnur tú eitt stórt og gott úrval av søtmeti, keks, køku, kipsi og tubbaki. Eitt nú hava vit einaumboð í Føroyum av heimskenda Coca-Cola leskidrikkinum, og væl umtókta ísmerkið Premier is er eisini ein sterkur viðspælari á okkara søtmetisvøruskrá.
KRÁS er í støðugari framgongd og hevur tí eitt sera breitt vøruúrval, sum sæst aftur í bæði køli- og frystidiskum hjá flestu matvøruhandlum í Føroyum. Tað merkir eisini, at høli, maskinur og arbeiðshættir á virkinum javnan verða endurskoðað og tillagað tørv og krøv, sum viðskiftafólk og myndugleikar seta virkinum.
Meira um KrásVit veita allar gerandisvørur til handlar, kioskir, bensinsølur og bakaríir, men veita eisini allar tænastur til stórkøkar, frálandavinnu, vistveitingar og skipsvistir. Fyritøkan er væl staðsett og hevur bestu fyritreytir fyri at flyta vøru skjótt og trygt um alt landið.
Vit leggja okkum eftir at veita vøru eftir tørvi hjá einstaka kundanum. Vit hava bæði fastar rutur og nýta leigubilar, og kunnu tí altíð, saman við kundanum, finna eina smidliga veitingarloysn.
Eitt er vøruúrval, eitt annað er okkara fryntligu og vælútbúnu sølufólk, sum hava drúgvar royndir á sínum øki. Vit hava sølufólk bæði á høvuðssæti okkara í Havn og eisini eru sølufólk, sum í høvuðsheitum ferðast runt til ymsu handlarnar kring landið. Hesi vegleiða fegin úti í handlum, kioskum og á bensinsølum. Ein stórur partur av arbeiðnum hjá teimum fevnir um handilsvitjanir og prát við handliseigarar um bílegging av vøru.
Flestu handlar bíleggja í dag beinleiðis á netinum. Tað er antin beinleiðis frá veitara við hondterminali, ella gjøgnum tillutaða handilsinnritan, á heimasíðuni www.ph.fo. Til ber tó eisini at bíleggja umvegis telefon ella við at senda teldupost. Í sambandi við at nýggjur handil opnar, ber eisini til at seta seg í samband við okkara handilsdeild, og í felag seta vit saman úrvalið.