Vit kunnu bjóða eitt áhugavert og spennandi lærupláss í einum samtaki við fjølbroyttum og avbjóðandi arbeiðsuppgávum. Tú verður partur av okkara vælvirkandi fíggjardeild við níggju dugnaligum starvsfólkum.
Í útbúgvingartíðini ert tú í skúla á Niels Brock í Keypmannahavn ein viku hvørja ferð. Nøkur fak kunnu takast online. Hvussu ofta tú skalt á skúla, veldst um hvat fyri miðnámsútbúgving tú hevur frammanundan.
Umsøkjarin
Vit vænta, at tú
Vit bjóða
Setanar- og lønarviðurskifti
Lærutíðin byrjar 1. mars 2023, ella eftir avtalu. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Ásu Hansen, fíggjarleiðara, á tlf. 227222 ella skriva til ahansen@ph.fo.
Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi mikudagin 15. februar 2023.
Stutt um P/F Poul Hansen Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí, vistveitingardeild og saman við øðrum eigarum umsitur matvøruhandlar. Umleið 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir tí sera breitt og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.
Víst verður eisini til heimasíðuna hjá samtakinum: www.ph.fo
Ert tú áhugað/ur í at koma í starv hjá okkum, ert tú altíð vælkomin at senda okkum nøkur orð um teg sjálvan og hvat títt ynski er. Vit hava javnan brúk fyri ágrýtnum starvsfelagum á ymsu deildum okkara. Um okkum tørvar eitt starvsfólk, ið hóskar til tíni ynski, kunnu vit síðani seta okkum í samband við teg.
Send tína umsókn við lívsrensli til hr@ph.fo
Vit loyva okkum at goyma tínar upplýsingar í eitt ár, síðani verða tær burturbeindar.