Poul Hansen heilsøla

31. mai 2023

Martin útlærdur

Okkara Martin hevur staðið yrkisroynd sum sølufólk.

Martin fær handað prógv frá sínum lærumeistara, Tony Rasmussen.

Í dag hátíðarhildu vit, at Martin hevur lokið sína útbúgvin innan sølu.

Vit fingu ein leskiligan morgunmat við øllum góðum, áðrenn Tony handaði Martini prógvið og helt eina brand talu.

Vit gleðast um, at Martin hevur valt at halda fram sum sølufólk hjá okkum, og vit ynskja honum enn einaferð hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

In English In English