Poul Hansen heilsøla

02. mai 2024

Krás slaktari fingið serligan heiður

Rúni og Ásbjørn til móttøku í Danmark

Danski felagsskapurin ”Slagtermesterforeningen for København og omegns Hus og Fond” lutar árliga út serligan heiður til bestu næmingarnar, ið hava lært til slaktara í danska kongaríkinum. Í ár fall heiðurin á nýútbúna slakataran hjá Krás, Ásbjørn Andrassarson Midjord úr Hvalvík.

Talan er um árliga Thorvald Michelsens legatið, har fýra teir bestu slaktaranæmingarnir í danska kongaríkinum fáa eitt legat við eini peningagávu, umframt heiðurin fyri at hava víst serligan ídni, dugnaskap og felagsanda undir útbúgvingini.

Rúni Mohr, slaktarameistari og leiðari á Krás, fegnast um, at hansara lærlingur hevur fingið henda heiðurin og sigur, at “tað er týðandi fyri okkara samfelag, at ungfólk taka handverkaraútbúgvingar eins og hesa. Tað er eitt týðandi og sermerkt handverk at haggreiða og framleiða kjøt, soleiðis, at føroysku døgurðaborðini eru tryggjaði fyrstafloks mat hvønn dag á árinum. Tað eru dugnaligir slaktarar sum Ásbjørn við til at tryggja.”

Ásbjørn er byrjaður í føstum starvi sum slakari hjá Krás, sum er matvøruvirki í Hósvík, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt til føroyska gerandisdagin.

In English In English