Poul Hansen heilsøla

Goymslufólk

Vit sóknast eftir goymslufólki til P/F Poul Hansen samtakið til fast starv at byrja skjótast gjørligt.

Poul Hansen er ein heilsøla í støðugari menning og við nógvum spennandi virksemi. Dagliga starvast umleið 65 fólk í samtakinum, sum fevnir um goymslu, skrivstovu og sláturvirki.

Vit royna alla tíð at fylgja við tíðini og at veita eina góða tænastu til okkara kundar, og tí sóknast vit eftir fólki, sum ynskja at vera við til at gera ein mun innan kundatænastu.

Arbeiði á goymsluni umfatar uppfylling og pakking.  

Vit bjóða

  • Góðar starvsfelagar
  • Góða upplæring
  • Góðar arbeiðstíðir
  • Matskipan

Vit vænta at tú ert:

  • Arbeiðssamur/arbeiðssom
  • Kropsliga væl fyri
  • Tænastusinnað/ur

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er sunnudagin 10. juli 2021.

Umsókn við CV, prógvum og viðmæli skal sendast til hr@ph.fo.

Neyvari upplýsingar

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Jónfinn Petersen, leiðara á goymsluni, á telefon 235310. Harumframt fæst meira kunning um Poul Hansen á www.ph.fo.

Sjálvboðin starvsumsókn

Ert tú áhugað/ur í at koma í starv hjá okkum, ert tú altíð vælkomin at senda okkum nøkur orð um teg sjálvan og hvat títt ynski er. Vit hava javnan brúk fyri ágrýtnum starvsfelagum á ymsu deildum okkara. Um okkum tørvar eitt starvsfólk, ið hóskar til tíni ynski, kunnu vit síðani seta okkum í samband við teg.

Send tína umsókn við lívsrensli til hr@ph.fo 

Vit loyva okkum at goyma tínar upplýsingar í eitt ár, síðani verða tær burturbeindar.