Gastro er vistveitingardeildin hjá Poul Hansen, sum eisini fevnir um ein handil, har tú kanst síggja, anga, nema og kanska nippa til ymsu rávørurnar. Her fáa gastronomisku sansirnir frítt spæl. Og sjálvandi koyra vit eisini matvørur út.
Vit leggja ikki bara dent á rávøruna, men eisini vitanina. Tí hava vit serfrøðingar, sum ráðgeva og vegleiða. Sostatt er hetta staðið, har øll frá pitsusyftarum til feinschmeckarar koma at lata seg inspirera – har hugflog og matmentan ganga saman í eina hægri eind.
Við fleiri túsund vørum í vøruskránni nøkta vit tørvin hjá sjálvt tí kræsnasta viðskiftafólkinum, tí vit hava smakk fyri góðum rávørum.
Vel millum 4 sløg av leskiligum jólapakkum til tíni starvsfólk. Eisini ber til at velja ein tapaspakka, ostapakka, Rossini kaviar pakka ella Smage Compagniet.
Hava tú spurningar ella serlig ynskir, ert tú vælkomin at venda tær til jol@ph.fo.
Tak niður PDF við okkara úrvali herVit hava drúgvar royndir við at proviantera bæði føroysk og útlendsk skip og frálandavinnu - tí hava vit eisini proviantlistar á fleiri málum. Hetta ger tað lætt og ómakaleyst hjá øllum okkara kundum at bíleggja júst ta røttu vøruna.
Set teg í samband við okkum, tá tú ynskir at proviantera og saman finna vit bestu loysnina til tín.
Set teg í samband við Gastro og í felag finna vit bestu loysnina til tín.
Til ber eisini at bíleggja á nethandlinum, umvegis telefon ella telduposti.