Poul Hansen heilsøla

Útkoyring

Vøra verður koyrd út frá høvuðsgoymslu okkara til handlar og viðskiftafólk um alt landið. Vit hava vørubilar, ið eru útstýrdir til at koyra við bæði frysti- og kølivøru umframt vanligari kolonial vøru. Vøra verður koyrd út eftir avtalu við goymsluna.

Breið tænsta

Vit veita allar gerandisvørur til m.a. handlar, kioskir, bensinsølur og bakarí. Vit veita eisini allar tænastur til stórkøkar, frálandavinnu, vistveitingar og skipsvistir.

Hvussu ofta

Fyritøkan er væl staðsett og hevur bestu fyritreytir fyri at flyta vøru skjótt og trygt um alt landið. Vøran verður altíð koyrd út í samsvari við galdandi útkoyringarrutu, og tað verður gjørt við egnum ella leigaðum vørubilum.