Allar vørur verða goymdar undir bestu umstøðum, so at tær altíð eru so góðar sum til ber. Vørur verða goymdar á køl, frost og í sergjørdum goymslurúmi til frukt og turrgoymslu. Vit hava sera góðar køligoymslur til mjólkarvøru, salat, ost og jogurt.
Okkara viðskiftafólk hava eisini møguleika at bíleggja vøru beinleiðis frá veitarum, sum vit samstarva við. Vøran kemur á goymsluna og síðani verður hon skild, pakkað og veitt viðskiftafólki eftir avtalu, fyrst í hvørjari viku.
Vit hava áleið 5.000 vørunummur tøk á detail-økinum og áleið 12.000 á catering-økinum.
Her niðanfyri sæst filmur um "sortaran" á goymsluni hjá okkum. Tað er ein framkomin háttur at samla og skipa vøru til víðari avgreiðslu til viðskiftafólk runt um alt Føroya land.