Poul Hansen heilsøla

Gastro

Gastro er eitt heildarkonsept, sum ger tað lætt fyri øll, sum servera mat – á hotelli, matstovu, kantinu ella umborð á skipi – at skaffa sær sínar rávørur.

VITJA OKKARA HANDIL

Gastro er vistveitingardeildin hjá Poul Hansen, sum eisini fevnir um ein handil, har tú kanst síggja, anga, nema og kanska nippa til ymsu rávørurnar. Her fáa gastronomisku sansirnir frítt spæl. Og sjálvandi koyra vit eisini matvørur út.

Vit leggja ikki bara dent á rávøruna, men eisini vitanina. Tí hava vit serfrøðingar, sum ráðgeva og vegleiða. Sostatt er hetta staðið, har øll frá pitsusyftarum til feinschmeckarar koma at lata seg inspirera – har hugflog og matmentan ganga saman í eina hægri eind.

Við fleiri túsund vørum í vøruskránni nøkta vit tørvin hjá sjálvt tí kræsnasta viðskiftafólkinum, tí vit hava smakk fyri góðum rávørum.

Nýggjur kundi hjá Gastro?

Tað krevur v-tal og Gastro viðskiftakort at keypa í Gastro handlinum. Søk um viðskiftakort her.

Søk her

SKIPSVISTIR

Vit hava drúgvar royndir við at proviantera bæði føroysk og útlendsk skip og frálandavinnu - tí hava vit eisini proviantlistar á fleiri málum. Hetta ger tað lætt og ómakaleyst hjá øllum okkara kundum at bíleggja júst ta røttu vøruna.

Set teg í samband við okkum, tá tú ynskir at proviantera og saman finna vit bestu loysnina til tín. 

Vørubílegging

Set teg í samband við Gastro og í felag finna vit bestu loysnina til tín.

Til ber eisini at bíleggja á nethandlinum, umvegis telefon ella telduposti.

HITT OKKARA SØLUFÓLK

Jan Ovi Winther Olsen

Handilsleiðari í Gastro

Gunnar Sørensen

Sølufólk - Gastro

23 53 36

gsorensen@ph.fo

Brandur Leivsson Hansen

Søluleiðari /Sales Manager - Gastro

23 53 33

bhansen@ph.fo

Gert Hansen

Sølufólk - Gastro

23 53 32

ghansen@ph.fo

Eleina Jensen

Sølufólk - Gastro

eleina@ph.fo

Ólavur Dahl

Sølu- og innkeypsleiðari

23 53 34

odahl@ph.fo
In English In English