26. september 2025
Krás søkir pakkifólk at byrja skjótast gjørligt.
Krás er matvøruvirki, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt og fisk til føroyska gerandisdagin. Úrvalið av Krás vørum er fjølbroytt og fevnir bæði um føroyskan viðskera og feskan og frystan døgurðamat.
Í løtuni arbeiða umleið 15 fólk hjá Krás, sum er partur av Poul Hansen samtakinum og heldur til í Hósvík.
Tínar arbeiðsuppgávur verða:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, gerandisdagar kl. 7.00 til 15.00 (tó kl. 06.00 til 15.00 mánadagar).
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásbjørn A. Midjord, leiðara á Krás, á tlf. 23 53 60 ella asbjorn@ph.fo.
Umsókn og CV skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi sunnudagin 5. oktober 2025.