Við royndum í góð 90 ár hava vit ment eitt fjølbroytt og gott úrval av merkjavørum. Vøruúrvalið broytist og mennist alsamt, og samstundis sum marknaðurin broytist, eins og eftirspurningurin frá kundum okkara, stremba vit altíð eftir at tillaga okkara vøruútboð. Vit hava eina detail-vøruskrá, sum telur áleið 5.000 vørur umframt eina catering vøruskrá, ið telur áleið 12.000 vørur. Vit leggja okkum eftir at hava eitt stórt og fjølbroytt vøruúrval, álítandi vøruútflýggjan og dugnalig starvsfólk. Harumframt verður nógv gjørt við at hava eyguni eftir øllum vørum, so góðskueftirlitið altíð er tryggjað.
Síðani Poul Hansen fór undir virksemið heima hjá sær sjálvum í 1927, hevur fyritøkan verið ein familjufyritøka. Nú situr triðja ættarlið við róðrið. Tað, sum byrjaði við einum umboði fyri eingilskt tubbak og nakrar fáar kolonialvørur, legði lunnar undir fyritøku, sum framvegis er í vøkstri.
Føroyski gerandisdagurin hevur altíð verið ryggurin í virkseminum hjá fyritøkuni, og vørur eru tøkar sjálvt í ytstu útjaðarum landsins. Við viðskiftafólkum um alt landið er fyritøkan ein góður samstarvsfelagi, tá ið ræður um at fylgja við marknaðarbroytingum.
Virkið hevur tí eisini broytt bygnað hesi seinastu árini, og er nú vorðið meira at kalla ein handilsfyritøka í breiðari merking, heldur enn ein heilsøla burturav. Tó so er heilsølan framvegis kjarnuøkið í samtakinum, sum fyri fáum árum síðani víðkaði virksemið til eisini at umfata matvøruhandlar. Í dag fevnir samtakið sostatt eisini um Samkeyp og Á handilsketurnar, umframt matvøruframleiðsluvirkið Krás í Hósvík, sum eisini er ein av týðandi deildunum hjá handilsfyritøkuni P/F Poul Hansen.