Poul Hansen heilsøla

18. oktober 2021

Fýra starvsdagar

Fýra starvsdagar á ávikavist 40, 45 og 50 ár

Frá høgru: Høgni Hansen, stjóri, Finnbogi Danielsen, Símun Midjord, Janus Gunnarson og Rúna Petersen.

Mánadagin 18. oktober var hátíðarløta hjá Poul Hansen, heilsølu, í samabandi við at 4 starvsfólk hjá fyritøkuni høvdu verið í starvi í ávikavist 40, 45 og 50 ár.

Í september og oktober síðsta ár høvdu Rúna Petersen og Símun Midjord 40 ára starvsdag, men vegna koronu varð ikki gjørt so nógv burtur úr tá.

Í juli í ár hevði Janus Gunnarsson 45 ára starvsdag, og í august hevði Finnbogi Danielsen 50 ára starvsdag, og fekk Finnbogi samstundis ”Den kongelige belønningsmedalje”.

In English In English