13. november 2026
Visit Faroe Islands hevur gjørt avtalu við Michelin, um at Havnin verður vertsbýur, tá Michelin handar stjørnurnar til norðurlendskar matstovur næsta vár. Poul Hansen samtakið er ein av stuðlunum handan tiltakið.
Sjálv handanin verður í Norðurlandahúsinum 3. mei fyri innbodnum matstovum, kokkum og miðlum. Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands fegnast um, at tað hevur eydnast at bjóða Føroyar og Havnina fram sum vertsbý fyri Michelin Nordic 2027. ”Tað er ein stórur heiður og ábyrgd at sleppa at vera vertur fyri Michelin tiltakinum’ sigur Guðrið Højgaard stjóri á Visit Faroe Islands og leggur afturat at ”hetta er eitt sera gott høvi at gera vart við okkara fantastisku rávørur frá sjógvi og landi, okkara dugnaligu kokkar eins og Føroyar sum matferðamál”.
Málið er at gera hetta til tað mest sermerkta Michelin átakið nakrantíð. Í samstarvi við Atlantic Airways fara tvey eyka flogfør úr Keypmannahavn við teimum kokkum og miðlum, sum verða boðin við til tiltakið. Ætlanin er at borðreiða við mati úr føroyskum rávørum, soleiðis at upplivingin av Føroyum byrjar longu við fráferð úr Keypmannahavn og í luftini á veg til Føroyar.
Michelin stendur fyri tiltakinum og bjóðar eini 500 útlendskum gestum til Føroyar.
Uppgávan hjá fyrirskiparunum í Føroyum verður at geva teimum eina føroyska uppliving frá flogferðini, til handanina í Norðurlandahúsinum og til onnur tiltøk, sum verða fyriskipaði teir dagarnar, gestirnir eru her.
Visit Faroe Islands takkar stuðlunum, sum hava gjørt tað gjørligt at bjóða Føroyar fram sum vert fyri Michelin átakinum.
Stuðlarnir eru:
In English