Poul Hansen heilsøla

27. august 2025

Køkshjálp til Mest í Runavík

Staðrøkt søkir eftir avloysara til kantinuna hjá Mest í Runavík. Kantinan ger mat til starvsfólk hjá Mest.

Arbeiðstíðin er 4,5 tímar um dagin. Frá kl. 8.30 til 14.00 gerandisdagar.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR

Høvuðsuppgávurnar eru at hjálpa køksfólkinum at skipa fyri matgerð og reingerð í køkinum. Talan er um matgerð til umleið 80 fólk dagliga.

VIT VÆNTA:

• tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur

• tú ert røkin, fyrikomandi og arbeiðssom/samur

• tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

• tú dugir at gera vælsmakkandi mat

Royndir og/ella útbúgving innan matgerð kann vera ein fyrimunur.

LØNARVIÐURSKIFTI

Løn sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

UM STAÐRØKT

Staðrøkt er partur av Poul Hansen samtakinum og veitir tænastur innan reingerðararbeiði og kantinuvirksemi.

UMSÓKN

Hevur tú fleiri spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Karhild Davidsen, køksleiðara, á 219281.

Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast við telduposti til Símun Midjord, dagligur leiðari í Staðrøkt, á smidjord@ph.fo

FREIST

Starvið verður sett at byrja skjótast gjørligt.

In English In English