Poul Hansen heilsøla

14. mars 2024

Pakkifólk til Krás

Krás søkir pakkifólk at byrja skjótast gjørligt.

Krás er matvøruvirki, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt og fisk til føroyska gerandisdagin.  Úrvalið av Krás vørum er fjølbroytt og fevnir bæði um føroyskan viðskera og feskan og frystan døgurðamat. Í løtuni arbeiða 12 fólk hjá Krás, sum er partur av Poul Hansen samtakinum og heldur til í Hósvík.

Tínar arbeiðsuppgávur verða:

  • At pakka tað, sum virkið framleiðir
  • Skera viðskera
  • Framleiða lidnar døgurðarættir
  • At taka eina hond í, tá brúk er fyri tí

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, gerandisdagar kl. 7.00-15.00.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Mohr, leiðari á Krás, á tlf. 23 53 61 ella rmohr@ph.fo.  

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi 31. mars 2024. 

In English In English