Poul Hansen heilsøla

19. september 2025

Poul Hansen er Ársins Virki 2025

Á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum varð Poul Hansen samtakið valt sum Ársins Virki 2025.

Høgni Hansen, nevndarformaður, tók ímóti heiðurslønini saman við nýggju stjórunum í samtakinum Tony Rasmussen (P/F Poul Hansen) og Báru Hansen (P/F Bryggjubakki).

Við støði í búskaparligu gongdini, við menningini av nýggjum virkisøkjum og við burðardyggu og sosialu ábyrgdini, sum fyritøkan hevur sýnt í verki, varð dómsnevndin samd um at velja Poul Hansen sum Ársins Virki 2025.

Í samrøðu við Kjartan Hansen, vertur á Vinnudegnum, takkaði Høgni Hansen dómsnevndini fyri heiðurin, men legði eisini dent á, at tað vóru mongu dugnaligu starvsfólk, sum fyrst og fremst áttu heiðurin fyri, at fyritøkan gjørdist ársins vinnari.

“Hetta er ein stórur heiður fyri okkum øll. Tað er gleðiligt at síggja, at arbeiðið og innsatsurin hjá okkara ágrýtnu starvsfólkum verður virðismettur á hendan hátt, tí uttan teirra innsats høvdu vit ikki staðið her í dag,” sigur Høgni Hansen.

Í framløguni hjá dómsnevndini varð áherðsla eisini løgd á, at Poul Hansen er ein fyritøka, sum hóast sín skjótt 100 ára aldur, í dag er størri og sterkari enn nakrantíð. Mett verður, at orsøkin til haldføru gongdina hjá fyritøkuni er eitt nú, at hon hevur torað og dugað at tillaga seg til ymiskar broyttar umstøður ígjøgnum longu søguna hjá fyritøkuni.

Tony Rasmussen, stjóri í P/F Poul Hansen metur, at heiðurin kann brúkast sum íblástur til framtíðina:

“Sum nýsettur stjóri í P/F Poul Hansen fari eg at brúka henda heiðurin sum íblástur til at byggja víðari á tað sterka grundarlagið, sum longu er lagt í fyritøkuna í næstan eina heila øld. Vit skulu halda áfram við at tillaga og menna okkum, soleiðis at Poul Hansen verður eitt eins fyrimyndarligt og sterkt virki í framtíðini sum tað longu er í dag,” sigur Tony Rasmussen.

Bára Hansen, stjóri í P/F Bryggjubakki og umboð fyri fjórða ættarliðið í familjufyritøkuni, leggur afturat:

“Eg síggi hetta sum enn eina áminningin um, at nýskapan og tillagan er lykilin, hóast vit í samtakinum byggja á eina drúgva søgu og siðvenju. Tað gevur okkum báðum, sum júst hava sett okkum í stjórasessarnar dirvi at seta nýggj mál og at tora at hugsa stórt og til tíðir øðrvísi,” sigur Bára Hansen at enda.

Í sambandi við, at tveir nýggir stjórar vóru settir herfyri, umframt at Poul Hansen samtakið nú kann kalla seg Ársins Virki 2025, verður almenn móttøka í Gastro á Heykavegi 4 í Havn, fríggjadagin 26. september, kl. 15–17. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tað er 25. ferð, at ársins virki verður kosið av Vinnuhúsinum.

In English In English