07. august 2025
Vit á Krás leita eftir einum álítandi starvsfelaga til okkara framleiðslu í Hósvík, har vit framleiða og viðgera kjøt til handlar og veitarar kring alt landið.
Tínar arbeiðsuppgávur umfata m.a.:
Vit vænta, at tú:
Vit bjóða tær:
Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum.
Arbeiðstíðir: Gerandisdagar kl. 07.00 – 15.00 (Mánadag tó kl. 06.00 – 14.00).
Lønar- og setanarviðurskifti eftir avtalu.
Um Krás
Krás hevur síðan 1986 framleitt og veitt kjøtvørur til føroyingar. Úrvalið av Krás vørum er fjølbroytt og fevnir bæði um føroyskan viðskera og feskan og frystan døgurðamat. Vit leggja stóran dent á góðsku, reinføri og handverksligar dygdir. Vit húsast í Hósvík, har uml. 15 starvsfólk dagliga starvast.
Umsókn og samband
Send umsókn og lívsrensl til hr@ph.fo í seinasta lagi sunnudagin 17. august 2025.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásbjørn A. Midjord, leiðara á Krás, á tlf. 23 53 60 ella asbjorn@ph.fo.